Um Sonju Design

Handilin Sonja Design bleiv stovnaður í novembur mánaði í 1984 av Sonju Á Lava. Dótturin Kariann Á Lava Johannesen tók yvir handilin í 2011, og rekur handilin sjálv í dag, við góðari hjálp av og á frá fyrrverandi starvsfólkum.

 Kariann er fløska upp við, at seyma og reka handil og hevur útbúgving sum framleiðsluteknikari, mamman Sonja hevur verið ein góður lærumeistari.

Man kann siga at Sonja Design er ein væl rikin familju fyritøka, øll í familjuni hava hjálpt til av og á við at útbyggja o.a.

Sonja Design hevur framleitt nógv ymisk klæðir til konufólk. Í dag framleiður Sonja Design mest fermingarkjólar, mótaklæðir, ymiskt til føroyska búnan o.a. Eisini vera smáar broytingar gjørdar m.a. leggja buksir upp o.a.

Eisini selur Sonja Design meturvørur, tilhoyr, tógv, prýðislutur, nailonsokkar og veitslukjólar.