Um okkum

Sonja Design

Brúðar- og veitslukjólan finnur tú hjá okkum!
Vit hava fermingakjólar og eitt stórt úrval av veitslukjólum í ymsum sniðum, litum og støddum. Vit kunnu leggja tær kjólan upp og broyta kjólan, júst so sum tær hóvar, soleiðis at hann situr væl. Kom inn í handil okkara og fá eitt prát við okkum um møguleikar. Vit hjálpa tær fegin at fáa tað, sum klæðir tær best. Í handlinum selja vit eisini eitt stórt úrval av klæðum, ið vit hava sniðgivið og seymað.

Klæði seymað til tín!
Øll passa ikki tað sama og øllum klæðir ikki alt. Lat okkum seyma brúðarkjólan, fermingakjólan,  kjólan, buksurnar, blusuna, ...... so tað situr sum stoypt til tín. Vit seyma ymisk snið eftir ynski. Vit taka mát og seyma brúðarkjólan, veitslukjólan, kjólan, buksurnar ....... ja næstan hvat tað skal vera, so tað passar og situr allarbest. Vit hava eisini eitt stórt úrval av meturvørum og øllum tílíkum. Eisini gera vit broytingar.

Prýði
Vit selja armbond, hálsbond og onnur prýði, harímillum alt tað nýggjasta frá Pilgrim, taskir, skógvar o.a.

SONJA DESIGN | Stoffalág 41, FO-100 Tórshavn - Fřroyar | Tlf.: +298 314979 | sonja-design@hotmail.com